Jólamatskráin 2024
- Skalottuleyka tarte tatin -
- Soð við ræstkjøtaravioli -
- Granngrillað dunnubringa við pálmakáli og súltaðum fersknum -
- Comté & valnøtir -
- Mandlurís -
Prísur 890 kr
Vit borreiða við jólamatskránni frá 29. novembur og fram til jóla, og vit taka bæði ímóti smærri og størri bólkum. Borðhaldið byrjar kl 19.00 og vit hava pláss fyri á leið 18 gestum.
Ein mandlugáva er altíð við í prísinum, óansæð hvussu nógv fólk tit eru við tykkara borð. Vit taka ímóti bæði smærri og størri hópum. Eru tit fleiri enn 8 fólk, kunnu vit tó ikki lova at tit øll sita við eitt borð - men vit royna ;)
Bílegging: Send okkum ein teldupost ella ring 211821.
At drekka
Champagne hevur eitt serligt pláss í okkara hjørtum - og eftir okkara meting verður eitt kvøld altíð betur, um tað byrjar við champagne. Tí kunnu vit ikki lata vera við at viðmæla tykkum at byrja við einum champagnuglasi, við onkrum lítlum at bíta í. Ein apertif, kalla summi tað.
Champagne og apertif, 195 kr
Afturvið matinum hava vit sett saman eina serliga góða drekkaskrá, við víni og øðrum drykkjum, sum vit kenna og elska - og sum vit hava valt júst til hesar rættirnar. Somuleiðis hava vit gjørt eina drekkaskrá uttan alkohol - til teirra ið ynskja tað.
Drekkaskrá við víni og øðrum, 645 kr
Drekkaskrá uttan alkohol, 345 kr
At enda eru tað summi okkara, sum hava hug til ein kopp av kaffi, petit four og eitt glas av onkrum serliga góðum afturvið.
Okkara petit four eru sjálvandi hondgjørd, og fylt við kærleika (aka hybenrósubløðum); og ein heimagjørdur baileys verður eisini millum valmøguleikarnar til glasið. Kaffi er sterkt og/men gott.
Kaffi, petit four og avec, 195 kr